Argja Bóltfelag
  • Forsíða
  • Um felagið
    • Søgan
    • Búmerki
    • Lógir
  • Nevndir og venjarar
  • Samband
  • Betri Deildin Menn
  • Venjingartíðir
  • Tíðindasavn
  • Gloymd klæðir
  • Komandi dystir
  • Komandi tiltøk
  • Limagjald
  • English
  • Leiga AB-húsið

Familjudagur á AB vøllinum

May be an image of Tekstur, ið sigur "FAMILJUDAGUR ÁAB VOLLINUM 20.AUGkl. 10:00-14:00 CANDYFLOSS ANDLITSMÁLING HOPPIBORGIR POPPKORN PONYRÍĐING BALLÓNIR BORN2-12ár80kr. KOMIĐ VIĐ OG FÁ EIN FANTASTISKA HUGNALIGAN DAG SAMANVIĐ FAMILJU OG VINUM! KAFFI, THE, SUNKIST KOKATILKEYPS AGIA BOLTNA 子 1973"

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 11. august 2022

Fótbóltsskúli á Argjum

Nú er klárt at skriva seg upp til stuttligasta Fótbóltsskúlan í Føroyum! ⚽️🙌
 
Fótbóltsskúlin hjá AB verður Inni í Vika á Argjum hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august. Hósdagin frá klokkan 13:00 til 17:00, og fríggjadagin frá 10:00 til 15:00.
 
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 15 ár (fødd í 2007 til og við 2015).
 
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.
Kostnaðurin er 450,00 kr.
 
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 1. august. Trýst her fyri at melda til.
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 24. juni 2022

Nýggi venjarin er funnin

NÝGGI VENJARIN ER FUNNIN
 
Tað verður danski Henrik Larsen, ið eftir summarsteðgin verður høvuðsvenjari hjá AB. Partarnir hava gjørt semju um sáttmála, sum í fyrstu syftu er galdandi til og við kappingarárið 2023.
 
Hann hevur áður verið venjari hjá ymiskum liðum í Horsen, Silkeborg, AAB og seinast Team Viborg.
 
Í AB eru vit vís í, at vit hava funnið rætta mannin til sessin, ið kann hjálpa okkum fram á leið í føroyskum fótbólti.
 
Umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum fer Henrik eisini at hava aðrar uppgávur í felagnum.
 
Henrik byrjar í starvinum umleið hálvan juli, tá fyrireikingarnar til seinnu kappingarhálvu byrja. Fram til tá verður tað ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, ið verður virkandi høvuðsvenjari fram til summarsteðgin.
Velkommen til klubben, Henrik!
 
Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 24. juni 2022

Jonas Dal fer í annað starv

Frá 1. august byrjar ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen, í starvi hjá danska FC Midtjylland, har hann skal standa á odda fyri samstarvinum hjá felagnum við nigerianska FC Ebedei.
Inntil tá er Jonas Dal Andersen tó framvegis í AB. Í løtuni er hann afturat starvinum sum ítróttarstjóri virkandi høvuðsvenjari hjá Betrideildarliðnum, sum hann fer at vera fram til summarsteðgin.
Felagið arbeiðir við at seta nýggjan venjara til besta mansliðið, og vit vóna at kunngera nýggjan venjara seinni í hesari vikuni.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 15. juni 2022

Lutaseðlarnir drignir

Hesi vóru vinnaranumrini á mattombola hjá AB leygardagin 28. mai 2022:

1. Gisting á Hotel Hafnia fyri tvey - bláur 446
2. Gávukort frá Smyril Line á 2000kr - gulur 175
3. Gávukort frá Effo á 1000kr - grønur 371
4. AB pakki - grønur 372
5. Eitt karton av Bang - ljósareyður 21
6. Gávukort frá Mariu Poulsen á 300kr - hvítur 214
7. Føroyskur bógvur - bláur 452
8. Damuklipp frá Salong Ada - gulur 162
9. Gávukort frá Hansu á 1500kr - hvítur 205
10. Ein kassi av Faxe Kondi - grønur 354
11. Eitt karton av Bang - ljósareyður 55
12. Døgurðamatur - bláur 582
 
Vinnarar kunnu ringja tlf. 774631. 
 
Takk fyri stuðulin.

Detaljer
Skrevet af: AB
Senest opdateret: 29. maj 2022
  1. Skjótt liðugt at taka graslíkið av.
  2. Bagge givin í AB

Side 1 ud af 37

  • 1
  • 2
  • 3
  • 4
  • 5
  • 6
  • 7
  • 8
  • 9
  • 10
  • Author Login