Leygardagin 8. juli skipar B36 á fjórða sinni fyri Summar Cup í fótbólti. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og í fjør vóru ikki færri enn 100 lið tilmeldað

 

Talan er um størsta einstaka fótbóltstiltakið her á landi, tá B36 í juli mánaða skipar fyri ársins útgávu av Summar Cup. Hetta er fjórða árið, at kappingin verður fyriskipað, og talið av luttakandi liðum er økt ár um ár.

 

- Vit gleðast um, at føroyingar veruliga hava tikið hetta tiltaki til sín og at hetta er blivin ein fastur partur av føroyska summarinum, siga fyriskiparnir.

 

Kappingin verður sett um morgunin og so eru dystir allan dagin. Aftrat sjálvari fótbóltskappingini er eisini hoppiborg, freestyle fótbóltur, FIFA17, bowling og svimjing á skránni.

 

- Vit vóna, at undirtøkan verður eins góð og í fjør 2016, tá eini 700 børn luttóku í tiltakinum, verður sagt úr B36.

 

Børn frá U6 til U14 kunnu luttaka í kappingini, ið verður hildin í Gundadali og á Tórsvølli.

 

 

Les meira um kappingina og melda til á www.summarcup.fo.

Á hesari síðu vera komandi tiltøk hjá Argja Bóltfelag lýst.

 

 

Leygardagin 2. desember 2017:
Stórt jólatombola í AB-húsinum.

 

-------

 

Hava tit spurningar til tiltøkini ber til at ringja ella senda sms til tlf. 510669 ella skriva til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..