Á ársaðalfundinum hjá Argja Bóltfelag fyri 2 vikum síðani eydnaðist ikki at manna nevndina. Tískil var kallað inn til eyka aðalfund, sum var í kvøld hóskvøldið 9. mars, við nevndarvali sum einasta punkt á skránni. 

Hesaferð gekst frægari. 3 nýggir nevndarlimir vóru valdir, so starvsnevndin nú telur 4 fólk, umframt 2 tiltakslimir. Doris V. Rasmussen er tann einasta, sum heldur fram í nýggju nevndini.

Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Doris V. Rasmussen, forkvinna.
Heðin Stenberg, næstformaður.
Jógvan Páll Hansen, kassameistari.
Ørvur Andreasen, skrivari.

Martin Dalsgarð, tiltakslimur.
Karstin Højgaard, tiltakslimur.

(Á myndini eru aftast frá vinstru: Heðin Stenberg, Ørvur Andreasen, Jógvan Páll Hansen og Karstin Højgaard. Fremst frá vinstru: Doris V. Rasmussen og Martin Dalsgarð) (Myndatøka: Regin Dalsgarð)