Í hesum kappingarárinum hava vit havt lið í bæði EFFO-deildini og í 1. deild. Tað hevur gingið heldur striltið hjá 1. deildarliðnum, og endin var at liðið má flyta niður í 2. deild komandi kappingarár. Harvið var líkt til, at AB einki lið skuldi hava í 1. deild. Nú í næstseinasta umfari av EFFO-deildini er tó endaliga staðfest, at vit eisini hava tryggjað okkum pláss í 1. deild komandi kappingarár. 

Sostatt verður AB umboðað í bæði 1. og 2. deild í 2017. Tað verður óivað eitt spennandi kappingarár, tí bæði liðið fara sjálvsagt at stríðast fyri oddasessunum í báðum deildunum.

Vit gleða okkum til eitt gott kappingarár 2017!