Á myndini: Formaðurin í FC Argir Rói B. Poulsen og Heðin T. Stenberg.

FC Argir, hevur í kvøld longt sáttmálan við tveir royndar AB leikarar, sáttmálin er í fyrstu atløgu fyri eitt ár. Talan er um málverjan Heðin T. Stenberg og miðvallarleikaran Jobin Drangastein. Teir báðir eru vaksnir upp úti á Argjum og hava spælt flest øll árini við AB. Ein kann uttan iva siga, at fyri teir báðar hevur tað týðning at spæla fyri Argja bóltfelag, og tí vilja teir verða við at tryggja AB pláss aftur í fremstu deildini, sjálvt um teir okkum kunnugt hava fingið tilboð um at spæla í Effo deildini í komandi leikári, so vilja teir heldur stuðla AB.

 

Á myndini: Formaðurin í FC Argir Rói B. Poulsen og Jobin Drangastein.

Formaðurin hjá FC Argir, sigur við heimasíðuna at eg eri sera fegin um at hesir rutineraðu argjamennirnir, velja at halda fram á Argjum og verða við at lyfta felagið upp aftur í bestu deildina. 

AB megnaði ikki verja plássið í fremstu deildini í seinasta kappingarári, og so skjótt sum kappingin var komin at enda, var tað farið í gongd við at leggja ætlanir fyri hettar komandi kappingarárið. Fleiri leikarar hava longu skriva sáttmála við AB, og høvuðsvejnarin Kári Reynheim, íð eisini fyrr hevur verið í felagnum er settur.  

Heimasíðan ynskir Heðini og Jobin góðan byr í komandi kappingarári.