Í null gradum vóru vit við Løkin í dag, og ikki bleiv tað heitari, tá ið NSÍ legði seg á odda í 13. minutti til 1-0. Málskorarin hjá NSÍ var Hans Marius Davidsen.

Ikki er at taka munnin ov fullan at siga, at vit vóru væl við, og bólturin var meiri á helvtini hjá NSÍ, enn hjá okkum, men ofta høvdu vit ringt við at finna ein móttakara, ella eisini var ov lítil kraft í avleveringunum, og tí var spælið meiri ping pong, enn gott fótbóltsspæl.

Tað gjørdist enn kaldari í seinna hálvleiki, tá ið Christian í Garði var rikin av vøllinum. Dómarin var ikki í iva, og fór beinleiðis yvir til hann, og lyfti reyða kortið á loftið. Okkara menn fullu tó ikki í fátt. Til tíðir kundi ein síggja, at vit spældu við 10 monnum móti 11, men geisturin var enn til staðar.

Í 87’inda minutti fingu vit brotsspark og Mikkjal Hentze setti tað í netið til 1-1. Tann javnandi rúsurin hevði ikki lagt seg, tá ið Jóhann Gaardbo skoraði fyri NSÍ til 2-1, og nú so ikki serliga gott út, men okkara spælarar høvdu ikki givið upp. Eitt innlegg kom úr vinstru, og Jobin Drangastein stútaði bóltin í netið til 2-2. Dómarin brígslaði fyri málinum, andaði inn og brígslaði síðani dystin av. So ikki kann sigast annað enn, at vit skoraði í allar seinasta sekundi.