Bamses Venner

Leygarkvøldið 9. september skipar stuðlafelagið hjá AB fyri stórum dansitiltaki í Høllini á Hálsi. Eingir minni enn teir legendarisku Bamses Venner við sangaranum Stig Rossen vera á palli. Teir spæla allan tann so væl kenda og væl dámda dansitónleikin, sum Bamse, sáli, so mangan legði rødd til. Bamse andaðist fáar mánaðir eftir, at hann var í Føroyum við orkestri sínum á heysti 2010, tá Stuðlafelagið hjá AB skipaði fyri dansinum.

Nú verður tað so hin navnframi Stig Rossen, sum leggur rødd til, og tað borgar absolut fyri einum kanón góðum dansikvøldi. Á palli verður eisini okkara heimligi dansibandskongur, Hans Jacob Hjem. Í steðginum, meðan orkestrini skifta, spæla Elis og Finnur góðan dansibandstónleik, so her verður lív í høllini á Hálsi leygarkvøldið.

Atgongumerkir fáast í forsølu í FAST handlunum á Argjum, í Gundadali og í Sørvági og á MAGN støðunum við Streymin og í Trongisvági. Eisini fáast atgongumerkir í Skopun við at ringja tlf. 260563.