Hey tit.

 

Limagjald fyri leikarar, ið leika og venja við AB, skal nú gjaldast.

 

Limagjaldið er 700 kr. um árið fyri leikarar yngri enn 18 ár. Leikarar sum eru 18 ár og eldri skulu rinda 1.200 kr. um árið.

 

Um fleiri systkin eru yngri enn 18 ár, rinda øll 600 kr. í part. Eru fleiri enn tríggir leikarar í húskinum fæst eyka avsláttur.

 

Vit heita á allar leikarar hjá AB at gjalda limagjaldið fyri 2018 sum skjótast.

 

Hetta er av stórum týdningi fyri, at vit í ungdómsdeildunum kunnu fáa ta útgerð, vit ynskja okkum.

 

Vinarliga havið í huga, at um limagjaldið ikki er goldið, er leikarin ikki tryggjaður, sí https://isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/. Limagjaldið eigur somuleiðis at vera goldið, fyri at kunna leika dyst ella venja við AB.

 

Tilskila navn og lið hjá leikara, tá goldið verður.

 

Gjaldast kann við flyting á konto 6460-408.279.8 fyri leikarar yngri enn 18 ár og á konto 6460-181.840.8 fyri leikarar sum eru 18 ár og eldri. Konto í BankNordik.

 

Spurningar um limagjald kunnu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til AB formannin á tel. 510669.

 

Vinarliga

 

Ungdómsnevndin

Argja Bóltfelag