AB U21 spæla semifinalu í steypakappingini í kvøld, mánakvøldið 13. august, kl. 19.45 ímóti EB/Streym á Eiði.
Tað hevur gingið gott hjá U21 liðnum hjá AB í ár. Í innleiðandi umfarinum í landskappingini spældu teir seg víðari til FM-bólkin, og har liggja teir næstfremstir í løtuni.
Í steypakappingini eru teir nú komnir til semifinaluna, sum verður spæld í kvøld. Har satsa teir uttan iva alt uppá at røkka einum finaluplássi. Vónandi koma áskoðarar norður til Eiðis í kvøld at stuðla U21 liðnum, so vit aftur fara at síggja AB í einari steypafinalu!