24 ára gamli Árni Grunnveit Olsen hevur í kvøld, hóskvøldið 9. november, skrivað sáttmála við FC-Argir, og verður Árni sostatt við á liðnum hjá AB í EFFO-deildini komandi kappingarár.

Árni er uppvaksin hjá EB/Streymi og hevur øll árini spælt fótbólt har. Nú er hann fluttur til Havnar at búgva, og hevur tí valt at skifta til AB. 

"Eg havi brúk fyri at royna nýggjar avbjóðingar, nú eg búgvi í Havn og lesi á Setrinum", sigur Árni við heimasíðuna hjá AB. "AB er eitt spennandi bygdalið, og tí haldi eg at AB er akkurát nakað fyri meg. Eg kenni venjaran og fleiri av leikarunum, so eg eri ikki ókendur ímillum liðfelagarnar", sigur Árni. 

Árni spælir í miðverjuni, men kann spæla á øllum defensivum plássum. Hann hevur spælt 63 dystir í EFFO-deildini og 102 dystir í 1. deild fyri EB/Streym.

-

Sjúrður Olsen, formaður í FC-Argjum, er sera fegin um at hava fingið Árna við í hópin hjá AB til komandi kappingarár. 

"Árni er ein raskur og dugnaligur fótbóltsspælari, og passar væl til okkara. Vit ganga høgt uppí, at leikarar passa væl inn í hópin, og vit vóna, at Árni fer at trívast her, og at vit kunnu byggja víðari uppá hann tey komandi árini", sigur Sjúrður Olsen.

Vit ynskja Árna tillukku við sáttmálanum og ynskja honum hjarrtaliga vælkomnan.

(Á myndini eru Sigmar Jacobsen frá FC Argjum og Árni G. Olsen).