AB dreingir U21 07.10.2018
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá U21 liðnum hjá AB í ár. Teir hava ligið í oddinum á FM bólkinum alt endaspælið, og við einum trivaligum 5-0 sigri á KÍ í næstseinasta leikumfarinum í Klaksvík í dag tryggjaðu teir sær at blíva Føroyameistarar áðrenn seinasta leikumfar. Lagið var gott á leikarum og venjaranum Allan Mørkøre aftaná dystin, og ikki sørt av veitslurómi var á vøllinum og í skiftingarúminum, har komandi FM heitið var feirað.

AB hevur nú 37 stig fyri 13 dystir, frammanfyri NSÍ, sum er nr. 2 við 30 stigum fyri 12 dystir. 

Seinasti dystur verður mikudagin 17. oktober kl. 16.00 ímóti NSÍ á Argjum. Tá verður Føroyameistaralív inni í Vika!

16. okt: OBS! Dysturin útsettur:  FSF hevur einans 25 tímar áðrenn dystin útsett dystin eftir áheitan frá NSÍ og uttan at taka AB við uppá ráð. Sera vánalig mannagongd av FSF og NSÍ. Alt ov stutt skotbrá at flyta ein slíkan dyst. Nærri verður kunnað seinni um, nær dysturin verður spældur.

18. okt: Boðað er nú frá, at dysturin verður spældur mikudagin 24. oktober kl. 17.00.