Í vindinum í dag - tóku vit móti KÍ, og í hesum førinum ber ivaleyst eisini til at siga, at vit sendu teir norð aftur í myrkrið við einum stórtapi í skjáttuni.

Vindurin darvaði spælið í dag, men tað gjørdi hann nú fyri bæði liðini, so hettar var líka fyri líka.

Vit løgdu okkum á odda, men KÍ svaraði aftur, og fingu javnað til 1-1. Hettar gjørdist tó ikki hálvleiksstøðan, tí vit fingu enn eitt mál, og løgdu okkum á odda til 2-1.