ABB71 U18 2018

Samstarvið millum AB og B71 hevur verið sera gott hesi bæði síðstu árini, tá tað kemur til gentu- og kvinnufótbólt.

Hesar U18 genturnar hava í kvøld leikt sín seinasta dyst og vunnu 5-3 á B68. Fridrikka Clementsen skoraði 3 mál og Judith Rasmussen skoraði 2 mál.

Hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og góða samstarvinum.

 

Landsliðgentur

4 gentur úr AB/B71 eru úttiknar til U15 landsliðið hjá gentum, sum skal luttaka í Brøndby Cup síðst í juli.
Aftast frá vinstru: Ronja L. Mouritsen, Eyðbjørg Reynslág, Judith E. Rasmussen og Fridrikka M. Clementsen.