Felagsliðið hjá gentum U14, AB/B71, er sum kunnugt komið í finaluna í steypakappingini, og verður finalan spæld á Tórsvølli leygardagin 9. september kl. 14.30. Mótstøðuliðið er 07Vestur.

Øll eru vælkomin á Tórsvøll leygardagin at eggja leikarum okkara til sigurs. Tær hava brúk fyri góðum áskoðarastuðli til henda sera spennandi dyst, so vónandi vera nógv AB/B71 viðhaldsfólk at síggja á Tórsvølli leygardagin.

Góða eydnu!

 

 

AB/B71 U-14 gentur eru komnar í finaluna í steypakappingini :) Vit vunnu 3-0 á Víkingi leygardagin á Argjum.

Hesar røsku AB/B71 u-14 genturnar skulu spæla hálvfinaluna í steypakappingini leygardagin á Argjum. Tað er ikki hvønn dag, at AB koma so langt. Tær hava t.d. sligið kempurnar HB og B36 úr kappingini. So Abarar og B71arar møtið fjølment upp og heppið á okkara lið. Gott er, at tey lítlu feløgini kunnu samskipa um eitt lið. Hetta riggar sera væl hjá okkum! :)

 

U14 genturnar hjá AB/B71 hava leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini, sum eitur Eilif Arge steypið. 

Fjórðingsfinaludysturin varð leiktur á Tórsvølli ímóti B36. AB/B71 legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik við einum máli frá Fridrikku Clementsen. Fridrikka vann bóltin á miðum vølli, og hon rak frá øllum mótleikarunum og setti bóltin trygt í netið til hálvleiksstøðuna 1-0.


Sera flott! AB U-14 gentur.
Vit blivu nr. 1 og nr. 2 í Futsal í dag.
Vit vilja fegin takka øllum liðnum, ið hava verið við í Futsal. Tað hevur verið eina sera góð og spennandi kapping. :)
Man sær, at hetta er ein góð framtíð fyri føroyskan kvinnufótbólt.