Felagsliðið hjá gentum U14, AB/B71, er sum kunnugt komið í finaluna í steypakappingini, og verður finalan spæld á Tórsvølli leygardagin 9. september kl. 14.30. Mótstøðuliðið er 07Vestur.

Øll eru vælkomin á Tórsvøll leygardagin at eggja leikarum okkara til sigurs. Tær hava brúk fyri góðum áskoðarastuðli til henda sera spennandi dyst, so vónandi vera nógv AB/B71 viðhaldsfólk at síggja á Tórsvølli leygardagin.

Góða eydnu!