AB EBS
Lagið er gott í løtuni. Hóast tað kanska hevur gingist eitt sindur striltið í landskappingini, so eru vit harafturímóti væl við í kappingini um Løgmanssteypið, og tað er ordiliga stuttligt. Eftir fyrst at hava sligið steypavinnararnar frá í fjør út, hava vit nú spælt okkum víðari til hálvfinalurnar í einum alvorliga spennandi dysti ímóti EB/Streym mikukvøldið. Nakað tungt var at fara til hálvleik, afturúr 0-2, men seinni hálvleikur var sera lívligur, og tað gekk sum eftir ánni. Vit komu væl fortjent uppá 2-2. Sera spennandi var, og tá yvirtíðardysturin ikki broytti úrslitið, staðfestu vit bara sigurin sannførandi í brotssparkskappingini.

Sera gott avrik. Dysturin prógvaði sannførandi, at bara vit trúgva uppá tað, so ber alt til.

Vit gleða okkum til hálvfinalurnar, sum vera leiktar mikukvøldini 30. mai og 13. juni.

(Myndir frá dystinum síggjast við at trýsta her og her).

 

Jonas Stenberg 300dystir

Dysturin AB-EB/S mikudagin 9. mai var dystur nr. 300, sum Jónas Stenberg hevur spælt fyri AB í vaksnamannadeildunum. Tað eru 2. deild, 1. deild og bestadeildin. Jónas spældi sín fyrsta dyst í vaksnamannadeild í 2004, og nú eru tað so blivnir til 300 dystir í AB-búnanum. Jónas hevur ikki leikt í øðrum feløgum, heldur ikki sum barn og unglingi.

Tá dysturin byrjaði mikukvøldið, fekk Jónas handað blómutyssi frá forkvinnuni hjá AB, Doris V. Rasmussen.

Hjartaliga tillukku við jubileumsdystinum, Jónas, og takk fyri innsatsin allar hesar 300 dystirnar.

(Hagtøl hjá Farosoccer síggjast við at trýsta her)

 

Sigmar og John Tordur 2018

John Tordar Poulsen er nú komin afturat hópinum hjá Betra liðnum hjá AB. Hann hevur skrivað sáttmála fyri hetta kappingarárið, og tá spæliloyvið er komið uppá pláss, er klárt hjá honum at taka eitt tørn fyri AB.

John Tordar er 32 ára gamal og er vágbingur. Hann hevur stóran part av fótbóltskarrieruni spælt á liðnum hjá vágbingum undir heitunum VB, VB/Sumba og FC Suðuroy. Tó hevur hann eisini fyri nøkrum árum síðani roynt seg hjá Fram, MB og FC Hoyvík.

Seinastu hálvttriðju árini hevur hann spælt í Jyllandsseriuni við Horsens Freja, meðan hann hevur verið í Danmark og lært til byggifrøðing. Nú hann er komin heim aftur á klettarnar, er hann farin í starv hjá Húsavarðatænastuni. Har hevur samstarvið óivað verið gott millum hann og Sorin Anghel og Dimitrije Jankovic, ið báðir eisini starvast hjá Húsavarðatænastuni. Eitt samstarv, sum John Tordar ætlar at føra víðari sum leikari hjá AB, undir høvuðsleiðslu av Sorin.

Vit ynskja John Tordi vælkomnan, og vit eru øll spent uppá kappingarárið, ið júst er byrjað. 

(Á myndini eru Sigmar Jacobsen frá FC Argir og John Tordar Poulsen)