AB EBS
Lagið er gott í løtuni. Hóast tað kanska hevur gingist eitt sindur striltið í landskappingini, so eru vit harafturímóti væl við í kappingini um Løgmanssteypið, og tað er ordiliga stuttligt. Eftir fyrst at hava sligið steypavinnararnar frá í fjør út, hava vit nú spælt okkum víðari til hálvfinalurnar í einum alvorliga spennandi dysti ímóti EB/Streym mikukvøldið. Nakað tungt var at fara til hálvleik, afturúr 0-2, men seinni hálvleikur var sera lívligur, og tað gekk sum eftir ánni. Vit komu væl fortjent uppá 2-2. Sera spennandi var, og tá yvirtíðardysturin ikki broytti úrslitið, staðfestu vit bara sigurin sannførandi í brotssparkskappingini.

Sera gott avrik. Dysturin prógvaði sannførandi, at bara vit trúgva uppá tað, so ber alt til.

Vit gleða okkum til hálvfinalurnar, sum vera leiktar mikukvøldini 30. mai og 13. juni.

(Myndir frá dystinum síggjast við at trýsta her og her).