ÍSF hevur gjørt ein faldara um kynsligan ágang í ítróttarfeløgum

 

Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki hugaliga evni at viðgera.

Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttaleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi.

Ítróttasamband Føroya hevur tí í samstarvi við Danmarks Idrætsforbund tilevnað hendan bóklingin fyri at

·       feløg skulu vera ansin og geva gætur at kynsligur ágangur kann koma fyri

·       eggja feløgum at tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi

·       fortelja venjarum, leiðbeinarum og leiðarum hvat kann verða gjørt, um illgruni er um kynsligan ágang

·       upplýsa um hvørjar lógarreglur eru galdandi viðvíkjandi kynsligum sambandi við børn og ung

Tað er mítt ynski og mín vón, at bóklingurin kann hjálpa feløgunum í teirra arbeiði at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini

 

Elin Heðinsdóttir Joensen

ÍSF forseti

 

(leinkja til faldaran: https://isf.fo/wp-content/uploads/2017/10/2017-10-24-%C3%8DSF-%C3%93hoyrdi-%C3%A1gangurin-web.pdf )

Leygarkvøldið 21. oktober, kl. 19:00 verður Gullkvøld í AB-húsinum.


Smyrjibreyð, suppa, kaffi og kakur verður at fáa.

Okkurt drekkandi kann keypast.

Gott undirhald verður eisini.


Tiltakið er ókeypis og fyri øll.


Nevndin

Leygardagin 14.10.2017:

Heimadystir

1. deild menn AB - B68 kl. 16:00 (inni í Vika)

 

Mánadagin 16.10.2017:

Útidystir

U18 dreingir EB/Streymur - AB kl. 20:00 (í Hólmanum)

 

Leygardagin 21.10.2017:

Útidystir

1. deild menn KÍ - AB kl. 12:30 (við Djúpumýru)

Álmanakkin kann keypast fyri 100 kr. Send ein teldupost til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it..

Bamses Venner

Leygarkvøldið 9. september skipar stuðlafelagið hjá AB fyri stórum dansitiltaki í Høllini á Hálsi. Eingir minni enn teir legendarisku Bamses Venner við sangaranum Stig Rossen vera á palli. Teir spæla allan tann so væl kenda og væl dámda dansitónleikin, sum Bamse, sáli, so mangan legði rødd til. Bamse andaðist fáar mánaðir eftir, at hann var í Føroyum við orkestri sínum á heysti 2010, tá Stuðlafelagið hjá AB skipaði fyri dansinum.

Nú verður tað so hin navnframi Stig Rossen, sum leggur rødd til, og tað borgar absolut fyri einum kanón góðum dansikvøldi. Á palli verður eisini okkara heimligi dansibandskongur, Hans Jacob Hjem. Í steðginum, meðan orkestrini skifta, spæla Elis og Finnur góðan dansibandstónleik, so her verður lív í høllini á Hálsi leygarkvøldið.

Atgongumerkir fáast í forsølu í FAST handlunum á Argjum, í Gundadali og í Sørvági og á MAGN støðunum við Streymin og í Trongisvági. Eisini fáast atgongumerkir í Skopun við at ringja tlf. 260563.