28379272 1766685970035249 8382826051168225014 n

Argja Bóltfelag hevði aðalfund mikukvøldið 28. februar 2018, har m.a. nevndarval var á skránni. Doris V. Rasmussen heldur fram sum forkvinna. Nývald eru Anja Gleðisheygg, Mourits Joensen og Hjørdis Kristiansdóttir. Nevndin hjá AB hevur skipað seg soleiðis:

Aftast frá vinstru: Mourits Joensen, nevndarlimur, Ørvur Andreasen, næstformaður og Christian Nielsen, kassameistari.
Fremst frá vinstru: Hjørdis Kristiansdóttir, tiltakslimur, Doris V. Rasmussen, forkvinna og Anja R. Gleðisheygg, skrivari.