Leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini. 

Hetta er fimta árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup og ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summar tiltak, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár.

Sum nakað nýtt, so verður kappingin hjá U11, U13 og U15 skipa yvir tveir dagar, har tað eisini verður møguligt hjá liðum at gista í Tórshavn. U7 og U9 kappingarnar vera bert leygardagin 7. juli.

Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eitt eventøkið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystunum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Møguleiki er svimja og bowla ókeypis hendan dagin.

Les meira um kappingina og melda til á www.summarcup.fo.