AB dreingir U10 Futsalvinnarar2018

Hesir sjey ídnu dreingirnir hava í vetur verið við í U10 Futsal kapping.
Teir vóru sera raskir og lógu í toppinum gjøgnum alla kappingina.
Tann 3. feb 2018 spældu teir finaluumfar í A-bólkinum á Kambsdali, har teir møttu B36, 07 Vestur og Kí.
Finalan var sera jøvn og spennandi og endaði við, at AB dreingirnir tóku gullið við heim á Argjaland.
(Mynd: Frá vinstru: Jónas, Bárđur, Regin, Dion, Ísak, Silas og Hákun).