Fríggjadagin 27.07.2018:

Heimadystir

Betri-deildin menn AB - TB/FCS/Royn kl. 18:00 (inni í Vika)

Mikudagin verður stórur steypadagur í Gundadali, tá fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vera á skránni. B36 tekur ímóti TB/FCS/Royn, og HB fær vitjan av AB

 

Her fyri var HM steypið á vitjan, og nú kemur eitt annað forkunnugt steyp á vitjan, nevniliga Løgmanssteypið.

Mikudagin 30. mai verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Báðir dystirnir verða í Gundndali í Havn. Klokkan 16:30 tekur HB ímóti AB, og klokkan 19:15 fær B36 vitjan av suðuroyingum.

Í samband við hesar báðar hálvfinalur vitjar sjálvt Løgmanssteypið í No12 á Tórsvølli, har møguleiki verður at taka mynd saman við steypinum. Tiltakið í No12 verður frá klokkan 15:30 til 19:00.

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða mikudagin 13. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august klokkan 19:45.

Løgmanssteypið, ið spælt verður um nú, varð fyrstu ferð kappast um í fjør. Tá vann NSÍ 1-0 í finaluni móti B36.

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið Filip í Liða og Bartal Skaalum Petersen, báðir 17 ára gamlir, til landsliðsvenjing.