AB hevur gjørt avtalu við Allan Mørkøre um at vera venjari dreingjum U21 og gjørt avtalu við Nicolaj Eriksen um at vera venjari hjá 2. deild komandi kappingarár.

Allan hevur áður verið venjari hjá AB og var eisini í fjør venjari hjá 2. deildarliðnum seinasta part av kappingini. Nikolaj var í fjør partur av venjaratoyminum hjá dreingjum U18 saman við Morten Overgaard.

Á myndunum ynskir forkvinnan hjá AB, Doris V. Rasmussen, teimum báðum Allan Mørkøre (ovast) og Nicolaj Eriksen (niðast) góðan byr í kappingini.