AB verandi í Betri deildini
Nógv hevur staðið á seinastu vikurnar. Skuldi tað eydnast okkum at vera verandi í Betrideildini? Hóst tað hevur sæð nakað svart út, fullu allir lutirnir í rætta pláss til okkara favør, hesar seinastu dystirnar í 1. deild og í Betrideildini.

Mest spennandi dysturin hjá okkum í ár var uttan iva dysturin í dag ímóti EB/Streym. Áskoðararnir sótu og stóðu sum á nálum allan dystin, samstundis sum fylgt var við í dystargongdini í Suðri millum Suðringar og 07Vestur.

Tað eydnaðist. Í seinastu løtu. Rómurin var stórur, tá vit høvdu vunnið 2-0, og dysturin í Suðri loksins bleiv avblástur við sigri til Suðringar. Ein góð kensla, og vit eru klárir at herja á enn eitt kappingarár í Betrideildini 2019. 

Øll eru vælkomin í ABhúsið í kvøld, leygarkvøldið 27. oktober, at fagna lokna kappingarárinum.

(Myndir frá dystinum í dag síggjast við at trýsta her). 

 

Dysturin AB - Skála, sum bleiv útsettur vegna veður, er nú ásettur til at vera spældur týsdagin 23. oktober kl. 16.30.

AB Betrideildin okt. 2018

Nú eru bert 2 dystir eftir at leika í Betrideildini, og seinasti heimadystur okkara verður sunnudagin 21. oktober ímóti Skála. Vit liggja tungt í sjónum, tað er eingin loyna. Skulu vit hava nakra vón um at lívbjarga okkum í Betrideildini, so er rættiliga avgerandi at vinna báðar seinastu dystirnar. Harafturat er eisini at vóna, at dystirnir hjá 07Vestur og EBStreymi og dystirnir í 1. deild laga seg eftir okkara ynski. 

Lat okkum trúgva uppá tað. Vit hava als ikki mist vónina. Har er nógv at spæla um enn, og spenningurin er varðveittur. Vónandi síggja vit nógvar áskoðarar til seinastu dystirnar.

AB - Skála sunnudagin 21. oktober kl. 15.00.

EB/Streymur - AB leygardagin 27. oktober kl. 15.00.

 

Ikki so stutlligt at vera aftastir í Betri deildini, men tað eru vit ikki longur. Ein søtur 1-0 sigur, staðfestur í yvirtíðini, í dag sunnudagin 16. september, tá vit vunnu 1-0 á Suðringum á heimavølli teirra. 

Lagið er gott á leikarum og viðhaldsfólkum ávegis norður við Smyrli í kvøld. Betri deildin 2019 er kanska ikki so langt burtur, sum tað annars eina løtu kundi verið líkt til. 

Komandi sunnudag 23. september kemur 07Vestur á vitjan á Argjum. Hetta verður ein branddystur, og vit ætla ikki at lata 07 sleppa snikkaleysir. Hesin dysturin kann væl vísa seg at gerast avgerandi fyri okkum í hesum kappingarárinum.

Eftir er so eisini at vóna, at kappingin í 1. deild hættir seg eftir okkara vild, so at bert 1 lið flytir upp.

Vit gleða okkum til dystin komandi sunnudag.

 

AB EBS
Lagið er gott í løtuni. Hóast tað kanska hevur gingist eitt sindur striltið í landskappingini, so eru vit harafturímóti væl við í kappingini um Løgmanssteypið, og tað er ordiliga stuttligt. Eftir fyrst at hava sligið steypavinnararnar frá í fjør út, hava vit nú spælt okkum víðari til hálvfinalurnar í einum alvorliga spennandi dysti ímóti EB/Streym mikukvøldið. Nakað tungt var at fara til hálvleik, afturúr 0-2, men seinni hálvleikur var sera lívligur, og tað gekk sum eftir ánni. Vit komu væl fortjent uppá 2-2. Sera spennandi var, og tá yvirtíðardysturin ikki broytti úrslitið, staðfestu vit bara sigurin sannførandi í brotssparkskappingini.

Sera gott avrik. Dysturin prógvaði sannførandi, at bara vit trúgva uppá tað, so ber alt til.

Vit gleða okkum til hálvfinalurnar, sum vera leiktar mikukvøldini 30. mai og 13. juni.

(Myndir frá dystinum síggjast við at trýsta her og her).