AB dreingir U21 07.10.2018
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá U21 liðnum hjá AB í ár. Teir hava ligið í oddinum á FM bólkinum alt endaspælið, og við einum trivaligum 5-0 sigri á KÍ í næstseinasta leikumfarinum í Klaksvík í dag tryggjaðu teir sær at blíva Føroyameistarar áðrenn seinasta leikumfar. Lagið var gott á leikarum og venjaranum Allan Mørkøre aftaná dystin, og ikki sørt av veitslurómi var á vøllinum og í skiftingarúminum, har komandi FM heitið var feirað.

AB hevur nú 37 stig fyri 13 dystir, frammanfyri NSÍ, sum er nr. 2 við 30 stigum fyri 12 dystir. 

Seinasti dystur verður mikudagin 17. oktober kl. 16.00 ímóti NSÍ á Argjum. Tá verður Føroyameistaralív inni í Vika!

Dreingir U18 AB-Víkingur spæla fjórðingsfinalu í Steypakappingini í kvøld mánakvøldið 15. mai kl. 19.30 á Argjum. Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí tað hevur gingið sera væl higartil hjá AB í Landskappingini. Har blivu teir nr. 1 í bólkinum í innleiðandi umfarinum, og hava sostatt spælt seg víðari til endaumfarið í Meistarabólkinum.
-
(AB-Víkingur 0-4)