Sigmar og John Tordur 2018

John Tordar Poulsen er nú komin afturat hópinum hjá Betra liðnum hjá AB. Hann hevur skrivað sáttmála fyri hetta kappingarárið, og tá spæliloyvið er komið uppá pláss, er klárt hjá honum at taka eitt tørn fyri AB.

John Tordar er 32 ára gamal og er vágbingur. Hann hevur stóran part av fótbóltskarrieruni spælt á liðnum hjá vágbingum undir heitunum VB, VB/Sumba og FC Suðuroy. Tó hevur hann eisini fyri nøkrum árum síðani roynt seg hjá Fram, MB og FC Hoyvík.

Seinastu hálvttriðju árini hevur hann spælt í Jyllandsseriuni við Horsens Freja, meðan hann hevur verið í Danmark og lært til byggifrøðing. Nú hann er komin heim aftur á klettarnar, er hann farin í starv hjá Húsavarðatænastuni. Har hevur samstarvið óivað verið gott millum hann og Sorin Anghel og Dimitrije Jankovic, ið báðir eisini starvast hjá Húsavarðatænastuni. Eitt samstarv, sum John Tordar ætlar at føra víðari sum leikari hjá AB, undir høvuðsleiðslu av Sorin.

Vit ynskja John Tordi vælkomnan, og vit eru øll spent uppá kappingarárið, ið júst er byrjað. 

(Á myndini eru Sigmar Jacobsen frá FC Argir og John Tordar Poulsen)