AB vann 1-0 á Víkingi á heimavølli í dag, og tað eru vit sera fegin um.

Leikarar og venjarar hjá AB vilja fegin takka stuðlunum fyri at teir sloppu niðan á Hotel Føroyar at yvirnátta og eta góðan mat, so teir vóru eyka væl fyri til dystin í dag.

Hetta var heilt víst ein av grundunum til tað góða úrslitið í dag.

Týsdagin 23.10.2018:

Heimadystir

Betri-deildin menn AB - Skála kl. 16:30 (inni í Vika)

 

Mikudagin 24.10.2018:

Heimadystir

U21 dreingir AB - NSÍ a kl. 17:00 (inni í Vika)

 

Leygardagin 27.10.2018:

Útidystir

Betri-deildin menn EB/Streymur - AB kl. 15:30 (í Hólmanum)

Familjudagur2018
Familjudagurin á vøllinum á Argjum í dag eydnaðist væl. Veðrið var fínt, og børn og vaksin hugnaðu sær við ymsu tiltøkunum, sum vóru á skránni. 

Lutaseðlar vóru eisini seldir, og vinnaranumrini vóru hesi:

1. Gulur 317

2. Hvítur 150

3. Gulur 347

4. Beige 767

5. Bláur 535

6. Ljósareyður 300

7. Ljósareyður 403

8. Beige 714

9. Bláur 309

10. Ljósareyður 292

11. Hvítur 192

12. Ljósareyður 454

13. Beige 305

14. Bláur 360

15. Gulur 230

Vinnarar kunnu ringja tlf. 510669.

AB takkar øllum, sum vóru við, fyri dagin í dag.

 

AB U21 spæla semifinalu í steypakappingini í kvøld, mánakvøldið 13. august, kl. 19.45 ímóti EB/Streym á Eiði.
Tað hevur gingið gott hjá U21 liðnum hjá AB í ár. Í innleiðandi umfarinum í landskappingini spældu teir seg víðari til FM-bólkin, og har liggja teir næstfremstir í løtuni.
Í steypakappingini eru teir nú komnir til semifinaluna, sum verður spæld í kvøld. Har satsa teir uttan iva alt uppá at røkka einum finaluplássi. Vónandi koma áskoðarar norður til Eiðis í kvøld at stuðla U21 liðnum, so vit aftur fara at síggja AB í einari steypafinalu!
 

Mikudagin verður stórur steypadagur í Gundadali, tá fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vera á skránni. B36 tekur ímóti TB/FCS/Royn, og HB fær vitjan av AB

 

Her fyri var HM steypið á vitjan, og nú kemur eitt annað forkunnugt steyp á vitjan, nevniliga Løgmanssteypið.

Mikudagin 30. mai verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Báðir dystirnir verða í Gundndali í Havn. Klokkan 16:30 tekur HB ímóti AB, og klokkan 19:15 fær B36 vitjan av suðuroyingum.

Í samband við hesar báðar hálvfinalur vitjar sjálvt Løgmanssteypið í No12 á Tórsvølli, har møguleiki verður at taka mynd saman við steypinum. Tiltakið í No12 verður frá klokkan 15:30 til 19:00.

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða mikudagin 13. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august klokkan 19:45.

Løgmanssteypið, ið spælt verður um nú, varð fyrstu ferð kappast um í fjør. Tá vann NSÍ 1-0 í finaluni móti B36.