ÍSF hevur gjørt ein faldara um kynsligan ágang í ítróttarfeløgum
Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki hugaliga evni at viðgera.
Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttaleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi.
Ítróttasamband Føroya hevur tí í samstarvi við Danmarks Idrætsforbund tilevnað hendan bóklingin fyri at
· feløg skulu vera ansin og geva gætur at kynsligur ágangur kann koma fyri
· eggja feløgum at tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi
· fortelja venjarum, leiðbeinarum og leiðarum hvat kann verða gjørt, um illgruni er um kynsligan ágang
· upplýsa um hvørjar lógarreglur eru galdandi viðvíkjandi kynsligum sambandi við børn og ung
Tað er mítt ynski og mín vón, at bóklingurin kann hjálpa feløgunum í teirra arbeiði at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini
Elin Heðinsdóttir Joensen
ÍSF forseti
(leinkja til faldaran: https://isf.fo/wp-content/