Dreingir U18 AB-Víkingur spæla fjórðingsfinalu í Steypakappingini í kvøld mánakvøldið 15. mai kl. 19.30 á Argjum. Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí tað hevur gingið sera væl higartil hjá AB í Landskappingini. Har blivu teir nr. 1 í bólkinum í innleiðandi umfarinum, og hava sostatt spælt seg víðari til endaumfarið í Meistarabólkinum.
-
(AB-Víkingur 0-4)