Ì sera góðum líkindum tóku vit ímóti Víkingi, og í sera góðum lagi sendu vit teir norð aftur við einum tapi.

Vøllurin var upplýstur av sólini, tá ið AB og Víkingur í AB drakt runnu út á vøllin. Bæði liðini høvdu sama lit, so Víkingur lánti okkara úti-troyggju, og um hettar var grundin til teirra skjóta mál, skal standa ósvarað, men dysturin var ikki meiri enn byrjaður, tá ið Tonni Johannus Thomsen kom at standa rættiliga væl fyri, og setti bóltin í netið til 0-1.

Í 8’inda minutti fekk Jobin Drangastein bóltin. Hann gjørdi ikki mætari, enn at venda sær og smekkaði til. Ein sonn perla, har eingin veruliga væntaði at nakað “farligt” kundi spyrja burtur úr, men bólturin fór í netið til 1-1.

 

Í 17’anda minutti fekk Karstin Højgaard eitt innlegg, sum hann stútaði í netið til 2-1. Seinni í fyrra hálvleiki fekk hann enn eitt innlegg, har hann stóð fríður, men tíanverri var bólturin ov høgur.

Aftaná at vit høvdu lagt okkum á odda kundi ein til tíðir síggja hvør betra liðið var. Vit fingu eisini fleiri góðar tjansir. Eitt nú skjeyt Jobin Drangastein í 30’ minutti eitt lang skot, sum fór á stólpan.

Bara fimm minuttir seinni setti Jónas Stenberg ferð á, og í góðum “premier League” stíli rann hann allan vegin aftur á baklinjuna hjá Víkingi, og skjeyt inn fyri til Bjarka Christiansson Nielsen, sum setti bóltin í netið til 3-1, og sum eisini var hálvleiksstøðan.

8 minuttir inn í seinna hálvleik legði ein púra fríður Jobin Drangastein okkum á odda til 4-1. Eftir hettar var spæli meiri á miðjuni, men sum tíðin leið komu vit longur og longur fram móti Víkingamálinum, og 76’inda minutti gjørdi Jónas Stenberg enn ein rennitúr aftur á baklinjuna í høgru síðu, og legði bóltin inn fyri til Christian í Garði, sum heddaði bóltin í netið til endaliga úrslitið 5-1. Christian hevði nakrar tjansir aftaná, og hevði uppleggini til hann verið eitt líti sindur neyvari, so hevði hann í hvørtfall staðið tvær ferðir á máltalvuni.

Alt í alt ein góður dystur, og við hesum sigrinum hava vit flutt okkum uppá eitt 4. pláss. Hjá Víkingini kann ikki sigast annað enn, at tapið var dýrt. Teir lógu nummar 2, men við tapinum í dag fóru teir niður á eitt 6. pláss.