AB-maskinan – tað skjóta og góða samanspælið, ið hevur fleiri ferðir verið at sæð í undanfarnu dystunum, var ikki til staðar í dag. Visti ein ikki betur, so kundi ein halda at høvuðssponsorurin til dystin í dag var flogfrakt.

Uppruding, langbóltar og óneyvar avleveringar var merkisvøran í dag, men tá ið tað kom til áskoðarnar, so vunnu vit flott 1-0, men tíanverri gevur tað ikki stig á talvuna.

Ein spælari skaraði burtur úr í dag. Sørin vann næstan allar luftbóltar, og gjørdi eitt stórt upprudingararbeiði í verjuni.

Longu í 2. minutti legði Jobin okkum á odda, tá ið hann tók bóltin niður við brynguni og setti hann í netið til 0-1.

Bæðini liðini høvdu sínar tjansir, men einki serligt spurdi burtur úr, fyrr enn í 33 minutti, tá ið bólturin kom til ein fríðan Jóannes hjá KÍ í okkara høgru síðu á brótsteiginum, sum plaseraði hann út við stongina til 1-1, ið eisini varð hálvleikstøðan. Okkara verjuleikari kom ov seint inn fyri bóltin, og Heðin bleiv fangaður á skeiva beininum.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn 8 minuttir gamal, tá ið Mikkjal royndi seg við einum langskotið, sum tíanverri dykkaði hálvan metur við síðuna av málinum.

66 minuttir vóru farnir, tá ið KÍ enn einferð fekk ein møguleika. Hesaferð rann ein KÍ leikari oman á okkara høgru baklinju, og skjeyt inn fyri. Bólturin trillaði fram við okkara verjuleikarum og líka í hina síðuna, har ein sera fríður Tórur setti bóltin í okkara mál til 2-1.

Tað restaðu bara sjey minuttir í dystinum, tá ið KÍ leikarin Eivindur fekk bóltin í høgru síðu beint innanfyri brotsteigin. Hann skjeyt yvir í handara síðu á málinum har bólturin dalaði niður í málið aftanfyri Heðin, ið varð ov stuttur.

Í 88’inda rak ein KÍ leikari í høgru síðu, og stakk bóltin aftur um okkara verju, og til ein púra fríðan KÍ spælara, men Heðin reddaði skotinum. Uttan iva tað, ið kallast ein 100% tjansur.

Tað sást langan veg, at KÍ eisini vildi hava tað 4. málað, og í 90’inda minutti rak ein spælari niðan í vinstru síðu, og legði bóltin inn fyri – eftir jørð – har okkara verja bestemt ikki var til staðar, og ein sera fríður KÍ leikari skuldi bara seta fótin á bóltin fyri at skora, men bólturin trillaði víðari – frá vinstru síðu og líka yvir í høgru síðu.