4. minutti høvdi vit longu næstu royndina uppá málið hjá NSÍ.

Mótvind ella undanvind - ikki kundi tað síggjast aftur á okkara liðið í dag. Liðið koyrdi bara í "attack-mode", og 4-1 varð lætt sloppið hjá NSÍ, tí okkara lið spældið til síðsta brígsl.

Dysturin var ikki meiri enn 4 minuttir gamal, tá ið vit longu høvdu havt tvær royndir uppá NSÍ-málið, men NSÍ hevdu eisini onkra roynd upp á okkara mál. So statt gekk skjótt báðar vegir í byrjani á dystinum.


Rasmus D. Sørensen hevur skora til 1-0

Í 11'inda minutti spældi vit niðrri í høgru síðu, og eftir eitt sindur av óruddiligum bóltspælið, varð bólturin skotin frá baklinjuni, og út frá aftur har Rasmus D. Sørensen plasseraði hann í NSÍ-málið. NSÍ leikarnir vóru ikki fegnir um málið, og gjørdu vart við, at talan var um rangstøðu. Dómarin fór yvir til linjuverjan at práta, men har var ikki friður. Endin var, at vit fingu málið góðkent, og málmaðurin hjá NSÍ, Karstin Hansen, fekk fyrsta gula kortið í dystinum.


Tað verður mótmælt, at ein av okkara stóð í rangstøðu.

12 minuttir seinni høvdu NSÍ bóltin í okkara høgru, og tíanverri sá verjan út til at sova, tá ið bólturin kom inn fyri, sum Dávid á Roykheyggi setti í netið til 1-1. Heðin Stenberg fekk hondina á bóltin, men bólturin fór upp undir máltakið.

í 34'inda minutti rak Bjarki C. Nielsen oman í høgru síðu, og legði flatt inn fyri. Bárður Olsen tók av, og umsetti tjansin til 2-1

Vit høvdu nú sett okkum væl á dystin, og komu til fleiri tjansir. Í 42'inda minutti skeyt Bjarki C. Nielsen eitt skot, har NSÍ-málmaðurin mátti í fulla longd fyri at bjarga. Í sama minutti høvdu vit horna, sum Bárður Olsen skeyt, og sum fór framvið øllum inni í fimm metrinum, og út til málspark. Og í yvirtíðina á fyrsta hálvleiki fekk Bjarki C. Nielsen sett seg á máltalvuni, tá ið hann rak inn í sekstanmeturin, og hógvusliga setti bóltin í netið við handara stong - til hálvleikstøðuna 3-1


Bjarki C. Nielsen setur bóltin í netið til hálvleikstøðuna 3-1

Í seinni hálvleiki høvdu NSÍ undan vind, men illa gekk at brúka vindin til teirra egna fyrimun. NSÍ-liðið var hamskift í seinna hálvleiki. Teir høvdu akkurát einki at bjóða av við, og vit sótu væl og virðiliga á dystinum.

Seinni hálvleikur var bara nakrar minuttir gamal, tá ið Jobin Drangastein fór av vøllinum, tí hann hevði fingið ilt fyri rørarnar. Góðar 10 minuttir seinni kom Christian í Garði inn fyri hann. Og eftir eitt satt hóp álop móti endanum av dystinum - fekk júst innskifti Christian bóltin áraka mitt inni í sekstanmetrinum hjá NSÍ, og setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 4-1


Christian í Garði til 4-1

Við sigrinum í dag varveita vit okkara fyrsta pláss við einum stigið frammanfyri KÍ.

Okkara næsti dystur verður á Tvøroyri tann 24. juni móti felagsliðnum í suðri. KÍ skal spæla sín næsta dyst móti B36, sum liggur næst seinast í deildini.


Vit høvdu eitt konstant álop á NSÍ-málið móti dystarenda.

Okkara lið í dag:
Heðin Stenberg
Beinir Henriksen
Teitur Jóanesarson
Jobin Drangastein
Bárður Olsen
Bjarni Skála
Martin Midjord
Sørin Nygaard Samuelsen
Karstin Højgaard
Rasmus Dan Sørensen
Bjarki Christiansson Nielsen

Á bonkinum:
Áki Dahl
Dimitrije Jankovic

Innskiftir:
Christian í Garði (7) 57
Jónas Stenberg (2) 83
Mikkjal Hentze (8) 74

11' 1-0 Rasmus Dan Sørensen
23' 1-1 Dávid á Roykheyggi
34' 2-1 Bárður Olsen
45' 3-1 Bjarki Christiansson Nielsen
70' 4-1 Christian í Garði