Odd Dam skrivar soleiðis á okkara vangamynd (á FB):

"HB, B36 og AB høvdu U10 innanhýsis kapping um vikuskifti í Gundadali.

Uml 23 liđ vóru tilmeldađi..1 AB liđ í tí sterkara bólkinum og 3 í miđal bólkinum.
Veđri og umstøđurnar vóru super.

HB og B36 høvdu 2 sterk liđ hvør í tí sterkara bólkinum.
Dreingirnir hjá AB vunnu bólkin, og kunnu í verandi stund kalla seg Havnameistarar.

Dreingirnir í miđal bólkinum klárađu seg eisini væl og vóru sera vælnøgdir."

Vit í AB kunnu ikki gera annað enn at fegnast við teimum - Stórt tillukku her frá.