U14 genturnar hjá AB/B71 hava leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini, sum eitur Eilif Arge steypið. 

Fjórðingsfinaludysturin varð leiktur á Tórsvølli ímóti B36. AB/B71 legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik við einum máli frá Fridrikku Clementsen. Fridrikka vann bóltin á miðum vølli, og hon rak frá øllum mótleikarunum og setti bóltin trygt í netið til hálvleiksstøðuna 1-0.

Tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, legði Judith Rasmussen AB/B71 á odda 2-0. Eftir hornaspark fekk Judith fatur á bóltinum, og hon smekkaði hann í málið, og so vóru vit á odda 2-0. 

Eftir hetta legði B36 enn meira fyri, men okkara gentur stríddust sera væl. Trýstið frá B36 gav at enda úrslit, og tær fingu eisini tvey skjót mál, og so stóð á jøvnum 2-2. 

Okkara gentur hildu áfram við góða hugburðinum, og stríðshugurin var framúr. Hetta gav eisini úrslit tá 13 minittir vóru eftir at leika. Ein langur bóltur varð sendur inn um B36 verjuna, har Judith fekk fatur á honum, og hon rak frá B36 verjuni og setti bóltin trygt í netið til 3-2. 

B36 royndi at leggja stórt trýst seinastu løtuna, men okkara gentur megnaðu at standa ímóti. Vit høvdu eisini kjansir og høvdu millum annað skot á stongina og á tvørstongina. 

Endaliga úrslitið gjørdist 3-2 til AB/B71, og harvið hava genturnar leikt seg í hálvfinaluna, sum verður leikt á Argjum 10. juni. Mótstøðuliðið verður TB/FCS/Royn ella Víkingur. 

Stuttligt at síggja hvussu góður stríðsviljin og hugburðurin var. Vit gleða okkum til 10. juni.