Bjarni Skála skorar til 0-1

Vit vitjaðu Giza Hoyvík á niðara vølli í Gundadali í gjár, og vit vístu samstundis hvussu fótbóltur kann spælast. Gott samanspæl, flottar uppruddingar, góð álop og eitt konstant trýst á mótstøðuliðið, sum brúkti ríkiligt av tíð til at avvikla innkøstini, fríspørkini og málspørkini.

Bæði liðini høvdu sínar tjansir, men tað rætta liðið vann í gjár. Vit høvdu hópin av tjansum, og eisini nakrar 100 % tjansir, ið ikki komu á máltalvuna.

 
Vit høvdu fleiri skot uppá Giza málið

Teir fyrstu fimtan minuttirnar av dystinum kundi Giza Hoyvík – líka so væl sum vit sjálvir – lagt seg á odda. Spælið gekk báðar vegir, men vit høvdu fleiri skot upp á mál enn teir, men skotini vóru alla tíðina upp um.

Sum tíðin leið, í fyrra hálvleiki, byrjaði eitt regulert drál hjá mótstøðuliðnum at síggjast. Fleiri ferðir brúktu teir ”tre-på-stribe” til at taka eitt innkast. Skribenturin hevur ikki annað heiti til tað uppleggi – at heilir 3 mans skulu halda bóltinum, áðrenn eitt innkast verður tikið.


Giza komu eisini til tjansir. Heðin boksar bóltin út frá aftur.

Vit skulu fram til 32’inda minutt, tá ið Mikkjal Hentze far bóltin, og rekur líka oman á baklinjuna í vinstru. Málmaðurin hjá Giza Hoyvík kom út í móti, men Mikkjal fór aftur um hann, og legði inn fyri har Bjarni Skála setti bóltin í netið til 0-1. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var ikki meiri enn brýgslaður í gongd, tá ið Karstin Højgaard fekk bóltin á teirra egnu hálvu, og rann inn í millum verjuna, og setti bóltin í netið til 0-2

Longu 5 minuttir seinni var Karstin Højgaard aftur uppá spæl – slapp inn um verjuna, og setti bóltin í netið til 0-3.


Karstin Højgaard til 0-3

Í 86’inda minutti kom Jobin Drangastein í somu støðu, og fekk soleiðis sett seg uppá máltalvuna. Fekk bóltin uttanfyri sekstanmeturin, og rak málmannin av, og setti bóltin í netið til 0-4

Móti dystarenda vaknaðu Giza Hoyvík við aftur, og fingu onkur skot uppá málið hjá okkum, og í 89’inda minutti skeyt ein Giza spælari inn fyri, har Heðin Stenberg var so óheppin, at fáa hondina á bóltin, men bólturin fór inn í netið til endaliga støðuna 1-4


Jobin Drangastein til 0-4

So statt fingu vit øll stiguni við okkum, og somuleiðis skoraðu vit eisini øll málini.

Við sigrinum í dag liggja vit á 5. plássinum við 9 stigum. Bæði KÍ og Víkingu hava somuleiðis 9 stig, men vit hava betur málsúrstøku. Hartil hevur KÍ spælt ein dyst minni enn vit.


Heðin Stenberg fekk hondina á bóltin, men bólturin fór í netið til 1-4

Komandi dystur verður í Fuglafyrði móti ÍF, ið liggur á aftasta plássinum við 0 stigum fyri 7 dystir og við málsúrstøkuni -38.

Giza Hoyvík – AB 1-4 (0-1)

0-1 Bjarni Skála ‘32

0-2 Karstin Højgaard ‘46

0-3 Karstin Højgaard ‘51

0-4 Jobin Drangastein ‘84

1-4 Heðin Stenberg ‘89