Hey tit.

 

Limagjald fyri leikarar, ið leika og venja við AB skal nú gjaldast.

 

Limagjaldið er 600 kr. um árið fyri allar spælarar í U18 og yngri.

Um fleiri systkin eru yngri enn 18 ár, rinda øll 500 kr. í part. Eru fleiri enn tríggir spælarar í húskinum fæst eyka avsláttur.

 

Vit heita á allar leikarar hjá AB at gjalda limagjaldið fyri 2017 sum skjótast.

Hettar er av stórum týdningi fyri, at vit í ungdómsdeildunum kunnu fáa ta útgerð, vit ynskja okkum. 

 

Vinarliga havið í huga, at um limagjaldið ikki er goldið, er leikarin ikki tryggjaður. Limagjaldið eigur somuleiðis at vera goldið, fyri at kunna leika dyst ella venja við AB.

 

Tilskila navn og lið á leikara tá goldið verður.

 

Gjaldast kann við flyting á konto 6460-408.279.8 í Bank Nordik.

 

Spurningar um limagjald kunnu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella til AB formannin á tlf. 510669.

 

Vinarliga

 

Ungdómsnevndin

Argja Bóltfelag