Ein hevði eina sera merkiliga kenslu eftir dystin í dag. Suðuroyarliðið hevði sligið okkum út úr kappingini um Løgmanssteypið, men okkara lið spældi til tíðir fótbólt, sum hoyrir til í Effo-deildini. Verjan spældi gott, miðjan var væl við, og samanspælið í topp.

Vit tóku ímóti samanlagda suðuroyarliðnum í dag. Eitt lið, sum higartil ikki hevur tapt nakran dyst, og tí vóru eisini onkrar gitingar rundan um vøllin, at vónandi fór ikki at ganga alt ov illa.  

Bæði liðini byrjaðu við at royna at fáa sítt fótbóltsspæl inn í dystin, og tá ið 13 minuttir vóru farnir fekk suðuroyarliðið eisini ein sera góðan møguleika, sum teir ikki skoraðu uppá. Men í 22 minutti høvdu vit fyrst ein møguleika, ið mótstøðuliðið royndi at rudda vekk, men sum endaði við einum skoti frá okkum. Tó uttan at geva nakað mál. 

 


Inn í seinnu helvt av fyrra hálvleiki kom AB-maskinan í gongd. Skjótt og gott spæl, og liðið brúkti báðar síður, og tá ið maskinan koyrdi uppá tað harðasta, ja tá kundi ein gott síggja, og suðuroyarliðið var í trupulleikum, og í síðstu sekundunum av fyrra hálvleiki fingu vit ein sera góðan møguleika, tá ið Karstin Højgaard rann seg fríðan móti málinum, men heddingin var ikki nóg neyv, og omaná tað, fekk hann ein skaða í síðuna, og spældi tí heldur ikki seinna hálvleik.

Seinni hálvleikur bar brá av suðuroyarliðnum, sum brúkti góða kenda enska fótbóltsstílin. Sparka bóltin langt fram, og vóna at rætti maður tekur hann niður. Tíanverri kundi ein síggja av og á, at okkara lið eisini hevði hug til at brúka henda mátan, ístaðin fyri tann góða og skjóta fótbóltsstílin, ið var fleiri ferðir at síggja.

Í 63’inda minutti fingu suðuroyingar eitt skot inn fyri, har ein av okkara verjuleikarum kom at standa aftanfyri mótstøðumannin, og tí var hesin fríður, og heddaði hann í netið til 1-0. Málskorarin var Búi Egilsson. 

 


Eftir málið var ein góð løta har vit spældu “órudduligt”, men spakuliga kundi ein síggja, at AB maskinan kom i gongd aftur.

Av serstøðum í seinna hálvleiki kunnu nevnast, at vit høvdu eitt langt innlegg úr okkara høgru, ið fór aftur um alla suðuroyarverjuna, men Mikkjal fekk ikki ordiliga tamarhald á bóltinum – tá ið hann tveitti seg niður eftir honum.

Heili 3 ferðir høvdu vit horna - í móti endanum av dystinum, og okkara málmaður Heðin Stenberg var eisini frammi til tað, og sjálvt um suðuroyingar fingu bóltin, so kláraðu teir ikki at umseta okkara fríða og málsmansleysa mál til teirra fyrimun.

Kanska er rætt at siga, at suðuroyarliðið vann á talvuni, men innanfyri spælistíl er eingin ivi í, at har vóru vit omaná.

Eitt er so vist. Eitt 7. pláss í 1. Deild passar ikki til tað liðið, sum vit sóu í dag. So komandi leygardag verður spennandi at síggja okkara lið dystast móti HB.