21 ára gamli miðvingurin Janus Svabo Samuelsen hevur í dag skrivað sáttmála við AB, og verður hann hervið ein partur av hópinum hjá Betraliðnum komandi kappingarár.
Janus er uppvaksin í MB og í 2014 spældi hann við U18 liðnum hjá 07Vestur. Hann fór síðani til Brøndby, har hann í 2015 og 2016 spældi við U17 og U19 liðunum hjá teimum. Í seinnu hálvu av 2016 var hann aftur í Føroyum og spældi við 07 Vestur til 2019, tá hann hetta kappingarárið royndi seg hjá Skála. Janus hevur eisini verið á U15, U17, U19 og U21 landsliðunum her heima, so hann er ein spælari við hollum royndum, ið nú fer at vera at síggja í AB búnanum komandi ár.
Janus sigur í viðmerking við heimasíðuna hjá AB, at hann hevur altíð hildið, at AB hevur nógvar spennandi leikarar. Honum dámar væl hugburðin hjá AB, og hann hevur altíð hildið tað vera ringt at havt AB sum mótstøðulið. Nú hevði hann hug at vera ein partur av hesum liðnum, og tað er orsøkin til, at hann hevur skrivað sáttmála við AB.
Vit ynskja Janusi vælkomnan út á Argir.
(Á myndini eru forkvinnan hjá AB Doris V. Rasmussen og Janus Svabo Samuelsen).