Nýggj venjaragreipa á Argjum
Argja Bóltfelag hevur skrivað sáttmála við tveir nýggjar høvuðsvenjarar. Teir eru Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen. Tonny var frammanundan hjálparvenjari, meðan Símun er nýggjur í venjararyrkinum, men á ongan hátt ókendur í føroyskum fótbólti.
Tonny Brimsvík hevur longu verið venjari í AB í nógv ár. Tonny hevur serliga verið venjari á gentu/kvinnusíðuni, har hann hevur gjørt eitt miðvíst menningararbeiði, sum hevur givið úrslit fyri felagið. Hetta sæst m.a. aftur í, at fleiri av leikarunum, sum Tonny venur, eru á ungdómslandsliðunum. Nú skal Tonny, saman við Símuni, standa á odda fyri besta mansliðnum:
”Eg byrjaði sum hjálparvenjari hjá Sorin Anghel í fjør. Uppá stutta tíð lærdi eg nógv, og hóast hetta stigið kom nakað brádliga, kenni eg meg kláran og gleði meg til avbjóðingina. Á Argjum arbeiða vit fyrst og fremst við menningini í huga. Men eg kenni meg vísan í, at hetta kemur at síggjast aftur á vøllinum.”
Símun Samuelsen er undangongumaður í føroyskum fótbólti. Sjálvt um hann júst er givin sum leikari, hevur hann verið í fótbólti so leingi, at tvey av feløgunum, hann hevur umboðað, hava fingið nýtt navn, VB og GÍ. Símun fór sum ungur til Íslands at spæla við Keflavík, har hann m.a. vann steypakappingina. Her heima er hann mest kendur á HB liðnum, har hann var við til at vinna FM tríggjar ferðir og steypakappingina einaferð.
Harumframt hevur Símun Samuelsen spælt 43 A-landsdystir og skora eitt mál.
Símun hevur áður verið á Argjum og sparkað:
”AB er felagið, sum bjargaði mínari leikarakarieru. Eg hevði verið illa skaddur, tá eg kom til AB, og her á Argjum fekk eg møguleikan at koma fyri meg sum leikari. Nú fái eg enn ein møguleika á Argjum, og eg klári illa at bíða eftir at koma í gongd og vísa mínar dygdir sum venjari” sigur Símun Samelsen.
Í AB eru vit sera fegin um nýggju venjaragreipuna. ”Hetta er ein sannur fongur” sigur Marius Thomassen, formaður. ”Bæði tað, at vit hava fingið Símun Samuelsen út aftur á Argir og at Tonny Brimsvík, sum er so væl lýddur í felagnum, heldur á fram er fantastiskt. Nú kann kappingin bara byrja".