AB hevur skrivað tríggjar nýggjar sáttmálar. Talan er um Ragnar Rasmussen og Rógva Skála; tveir leikarar, sum eru uppvaksnir í AB og Tróndur Jóannesarson á Høvdanum, sum er fluttur til.

Ragnar Rasmussen og Rógvi Skála eru báðir 19 ára gamlir og hava spælt øll barnaárini við AB. Hetta er
sostatt teirra fyrsti sáttmáli.

AB er eitt felag, sum setur stóra æru í at menna egnar leikarar. Tískil fegnast vit
almikið í felagnum um, at vit kunnu síggja okkara egnu leikarar koma upp á besta lið.

Samstundis ynskir AB at bjóða Tróndur Jóannesarson á Høvdanum vælkomnum. Tróndur er 24 ára gamal,
uppvaksin í Syðrugøtu og hevur áður spælt við Víkingi. Tróndur er nú fluttur til Argir saman til unnustu sína
og ynskti at royna seg hjá AB. Hetta hevur gingið so mikið væl, at hann byrjaði longu inni fyrsta dyst. Á
Argjum eru vit sera fegin um raska gøtumannin.

AB ynskir øllum trimum hjartaliga til lukku við sáttmálum og bestu eydnu í kappingarárinum.