Kappingin um løgmanssteypið byrjar nú. Vit vóru í ár hepnir við lutakastinum til fyrsta dystin og skuldu spæla ímóti vinnaranum av innleiðandi dystinum ímillum MB og Undrið. Úrslitið av tí dystinum var, at Undrið vann á MB. Sostatt møta vit Undrið í fyrsta dystinum hjá okkum.
Dysturin AB - Undrið verður mikudagin 8. juli kl. 19.00 á Argjum.