Navn: 

Vár Eyðunsdóttir Miðberg 

 

Lýs teg sjálva/við 3 orðum: 

Smæðin, rólig og nærløgd 

 

Nær vaskaði tú skinnararnar seinast? 

Eg havi ongantíð vaska sjálvar skinnararnar, men sokkarnar sum eru uttaná 

 

Besti leikari tú hevur leikt við? 

Uha tað er sera ringt at velja ein ávísan leikara, men á landsliðnum spældi eg saman við fleiri góðum leikarum.  

 

Besta minnið inni í Vika? 

Eitt tað besta minnið sum eg havi, er tá eg var umleið 7 ára gomul og skoraði beinleiðis mál uppá málspark 

 

Hvat er tað besta við Argja Bóltfelag? 

Tað besta við Argja Bóltfelag er, at tað er okkara lokala felag her á Argjum. Og ikki at gloyma Palla og Tonny, sum hava verið okkara trúføstu venjarir, og hava fingið okkum her til, sum vit eru í dag. 

 

Lýs teg sjálvan sum fótbóltsspælara við 3 orðum: 

Gott yvirblikk, taktisk og málskorari 

 

Hvør sangur er tín yndis sangur? 

Tað er sera ringt at velja. Eg havi ongan ávísan beint nú, men lurti eftir nógvum ymiskum tónleiki. 

 

Hvør syngur best á tínum liði? 

Tað má verða Eyðbjørg 

 

Hvørji ritualir hevur tú áðrenn dyst? 

Eg havi ikki ordiliga nøkur ritualir áðrenn dyst. 
 

Hvør er stuttligasti persónur á liðinum? 

Tað munnu vera Ronja og Judith, tær eru herligar! 
 

Hevur tú eina góða vittigheit í ermuni? 

Nei, eg komi ikki í tankar um nakra. 

 

Er tað nakað, sum Argja Bóltfelag kundi gjørt øðrvísi? Um ja, hvat? 

At prioritera kvinnufótbóltin nógv hægri. 

 

Lærdi tú nakað nýtt um teg sjálvan meðan korona herjaði í landinum, og flest øll vóru heima hjá sær sjálvum?  

Av tí at man skuldi halda seg inni, fann eg útav, at mær dámar nógv betri at vera úti, enn hvat eg helt 

 

Hvat skulu vit spyrja næsta leikara? 

Hvør er tín yndis leikari?