Virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hevur Fótbóltssambandið tikið avgerð um at útseta flestu dystir í landskappingunum hesa vikuna.

 

Allir dystir í føroysku landskappingini (bæði børn og vaksin) fram til og við mánadagin 28. september 2020 verða tí útsettir. Undantak er tó við Betri deildini hjá monnum, har dystirnir verða leiktir sum ætlað.

 

Kappingarnevndin ásetur nýggjar leikdagar.