Argja Bóltfelag vil bjóða børnum og ungum í okkara felagi so dygdargóða og mennandi venjing sum til ber.

Í hesum sambandi skipaði FSF, í samstarvi við AB, fyri einum B1 venjaraskeiði á Argjum, ætlað venjarum, leikarum og foreldrum í AB.

B1 venjaraskeiðið tekur í alt 15 tímar, ið vóru deildir í trý kvøld á 5 tímar. 11 luttakarar vóru við á venjaraskeiðnum í ár, og er tað uttan iva við til at lyfta venjarastøðið í felagnum.

Instruktørur á venjaraskeiðnum var Bill McLeod Jacobsen frá FSF, og vilja vit fegin takka honum fyri gott samstarv og eitt mennandi venjaraskeið.

AB fegnast um stóra áhugan at vera við á skeiðnum, og vil samstundis ynskja luttakarunum til lukku við venjarapróvnum.