Seinasta leygardag var tað um reppið, at Betri menninir koppaðu oddaliðnum. Men lítla løtu seinri vann 1. deild hjá monnum 3-2 á HB. Bæði okkara lið stríðast fyri at yvirliva í síni deild.

1. deild menn

Í kvøld skal AB 1. deild aftur í eldin. Okkara unga 1. deildarlið hevur funnið ein góðan stima. Av seinastu seks dystunum hava vit vunnið tríggjar og spælt tveir javnar. Leygardagin vóru vit tvær ferðir afturút, men endaðu við at vinna dystin. Sigast kann ikki annað, enn at okkara dreingir stríðast fyri stigunum!

Tað eru tríggir dystir eftir í kappingini. Vit spæla ímóti teimum trimum fremstu liðunum. Hetta er ein fantastisk avbjóðing, sum vit gleða okkum til. Tað eru seks stig upp til 8. Pláss.

Betri menn

Hjá Betri monnum er hørð kapping um 9. plássið, sum eftir øllum at døma gevur ein upp- og niðurflytingardyst. Vit hava tríggjar dystir eftir, sum eru ÍF úti, KÍ úti og EB/Streym heima á síðsta spælidegi.

Okkara kappingarneytar av Skála hava útidystir ímóti EB/Streymi, har teir mugu sigast at vera favorittar í báðum dystunum. Hetta er ikki ein ókend støða hjá okkum. Vit vita, hvat skal til fyri at verða verandi í deildini. Vit vístu í vikuskiftinum, at stríðsviljin er har.

Í AB eru vit stolt av at, at vit hava so nógvar ungar argjamenn, sum manna liðini í 1. deild og Betri deildini. Hetta er nakað vit prioritera høgt, at geva teimum møguleikan at menna seg saman, og hetta hóast at árið 2020 hevur verið hart í mun til stigatalvuna. Alt tekur tíð, samstundis sum at tol og uppbakningur fylgjast hond í hond. Tí fegnast vit um, at vit hava góðan stuðul frá AB fjepparum bæði í viðgongd og mótgongd.

1. deild kvinnur

Her hava vit havt ikki minni enn tvey lið í ár. Samstarvið við B71 hevur eydnast sera væl í ár. Vit vunnu 1. Deild við AB/B71 liðnum og sleppa nú at royna okkum ímóti Betrideildar liðum. Í annaðkvøld fáa vit tað mest spennandi avbjóðingina í steypakappingini, nevniliga heimadyst ímóti nýklaktu føroyameistarunum úr KÍ.

Dysturin verður spældur á Sandi í annaðkvøld, mikukvøldið, kl. 18.00.