AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi. Hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic. Dimitrije er kendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið. Eisini var tað Dimi, sum í summar yvirtók 1. deildar liðið og var um reppið at yvirliva í deildini hóast eina sera trupla byrjan. Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag.

Afturat Dimitrije vera Kári Nielsen sum hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen sum fysiskur venjari og hjálparvenjari og Heðin Stenberg sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum leikarar og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð. Rógvi og Heðin hava verið partur av venjaratoyminum seinastu árini. Kári er nýggjur í leiklutinum. Eftir at Kári endaði sína longu og flottu yrkisleið sum leikari á Argjum, hevur hann verið aktivur sum barnavenjari. Men nú er Kári klárur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.

AB skal nú byggja eitt sterkt og støðugt manslið upp. Felagið er í framgongd, hóast ítróttarliga úrslitið hjá monnunum hevur gingið okkum ímóti.

AB vann steypakappingina í U21 deildini í ár. Hesir unglingar banka nú uppá í 1. deild. Við Dimitrije Jankovic á odda hevur ungi hópur okkara ein kempara, sum megnar at menna og betra liðið umframt hvønn einstakan leikara, soleiðis at AB skjótast gjørligt hevur eitt lið aftur í betri deildini.