Argja Bóltfelag hevði ársaðalfund mikukvøldið 3. februar 2021. Uppmøtingin var góð, útvið hálvthundrað fólk vóru á aðalfundi. Formaðurin Marius Thomassen legði fram ársfrágreiðing og Dánjal Jákup Hansen, kassameistari, legði fram roknskapin. Formansfrágreiðingin var sera positiv, og roknskapurin sá gott út við einum hampiliga stórum avlopi á rakstrinum.
Staðfestast kundi á aðalfundinum, at framgongdin í felagnum heldur fram, og at vónirnar eru góðar fyri komandi tíðina hjá felagnum.
Nevndarval var eisini á skránni. Fyri vali til starvsnevndina hesaferð stóðu Anja Rasmussen og Kristian Martin Skála. Hvørgin teirra ynskti at taka við afturvali, og Marius Thomassen takkaði teimum fyri tíðina, tey høvdu verið í nevndini hjá AB. Í teirra stað í starvsnevndini blivu vald Mona Breckmann Wescott og Jens Petur Andreasen.
Sum tiltakslimir í nevndini blivu vald Sunneva M. Jensen og Remi Olsen.
Samanumtikið ein góður aðalfundur, við góðari uppmøting og spurnarhugaðum fundarfólkum. Vit síggja fram til enn eitt spennandi og mennadi ár í Argja Bóltfelag.
-
Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er nevndin í Argja Bóltfelag nú henda:
Marius Thomassen, formaður
Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna
Mona Breckmann Wescott, skrivari
Dánjal Jákup Hansen, kassameistari
Jens Petur Andreasen, nevndarlimur
Sunneva M. Jensen, tiltakslimur
Remi Olsen, tiltakslimur
(Á myndini eru fremst frá vinstru: Mona Breckmann Wescott, Jens Petur Andreasen, Durita Sloan Dal-Christiansen. Aftast frá vinstru: Marius Thomassen, Sunneva M. Jensen, Dánjal Jákup Hansen og Remi Olsen).