1. deild menn: AB 🆚 B71 1️⃣-1️⃣
 
Okkara menn fingu ileygardagin 15. mai ein gyltan møguleika at gera eitt gott hál á stigatalvuni. Bæði Víkingur og NSÍ, sum eru beint framman fyri okkum á stigatalvuni, mistu óvæntað stig ímóti botnliðum í deildini, og harvið kundu vit koma upp á eitt uppflytingarpláss í gjár, um vit gjørdu okkara og vunnu dystin ímóti B71.
 
Men óansæð hvat hendir í øðrum dystum, so snýr tað seg altíð fyrst og fremst um, hvat vit gera. Og í gjár megnaðu vit ikki at gera okkara, men mistu ístaðin tvey stig í uppflytingarstríðnum.
 
AB fær annars eina dreymabyrjan, tá Bartal Skaalum Petersen eftir fimm minuttir leggur okkum á odda 1-0. Men AB fekk ongantíð veruligt tamarhald á dystin, og sandoyingar hóttu støðugt.
 
Tá 10 minuttir eru eftir gongur tað so galið, tá málkongurin hjá B71, Clayton Soares do Nascimento, javnar til 1-1.
 
Í yvirtíðini var eitt sindur av roki, tá liðini fáa hvør sítt reyða kort. Fyrst fær Gunnar Lydersen hjá B71 tvey gul mest sum í senn, og stutt eftir fær okkara Tróndur á Høvdanum beinleiðis reytt kort.
 
Javnleikur gjørdist endaliga úrslitið, og tað kunnu vit ikki vera nøgdir við. Ein slíkur stigamissur er eitt vónbrot fyri okkum øll - ikki minst hjá leikarunum, sum vilja meira enn hetta.
 
B71 skal eiga rós fyri at fáa sum mest burturúr einum sera smalum hópi, har fleiri blaðungir leikarar hava fást pláss á liðnum. Men vit spældu ikki nóg væl í gjár.
 
Eftir eina harða dystarskrá síðstu vikuna, har tríggir dystir eru spældir, fáa okkara menn nú tiltrongda hvíld. Komandi dystur verður spældur 2. hvítusunnudag 24. mai, tá okkara menn spæla vesturi á Eiðinum í Vági ímóti FC Suðuroy.