U17 Dreingir: TB/FCS/ROYN 🆚 AB 1️⃣-4️⃣
 
Okkara U17-dreingjalið fór leygardagin 15. mai til Suðuroyar við Smyrli klokkan sjey um morgunin. Komnir á Krambatanga løgdu teir leiðina til Vágs, har dysturin eftir ætlan skuldi spælast, men tá teir vóru komnir hálvan vegin, fingu teir boð um, at tað ikki var spælandi í Vági. Dysturin skuldi ístaðin spælast í Trongisvági. Venjarin fekk bussin at venda við, og hetta var ongin trupulleiki.
 
Ongin fær ein lættan dyst í Suðuroy, og tað máttu okkara dreingir sanna tíðliga í dystinum. Eftir 12 minuttir sleppur bólturin at ferðast framvið ov nógvar av okkara leikarum, og so leggur samanlagda suðuroyarliðið seg á odda 1-0.
AB fótar seg tó væl, og eftir eina løtu við nógvum hornaspørkum og støðugum trýsti brestur fyri nev, tá ið høgi verjuleikarin hjá okkum, Dánjal Danielsen, skorar til 1-1.
 
AB-liðið arbeiðir væl saman og fær hildið suðuroyingunum frá vandamiklum støðum. Beint fyri hálvleik fara vit í snarálop, har Rói Christiansson Nielsen dribblar framvið tveimum monnum, áðrenn hann setir bóltin í málið til 2-1 til AB, sum gjørdist hálvleiksstøðan.
 
Smáar 10 minuttir inni í seinna hálvleiki hendir nærmast ein endurtøka av málinum til 2-1. Suðuroyingarnir skjóta deyðbólt innfyri, AB vinnur bóltin og fer í skjótálop, og so er Rói C. Nielsen bara ringur at steðga. Hann driblar nærum hálvan vøll og endar í einum spískum vinkli, men kortini eydnast tað honum at fáa bóltin í mál til 3-1.
 
Fimm minuttir fyri dystarlok ger dagsins maður aftur um seg. Teitur Nygaard spælir Róa leysan, og so skorar Rói hattrikk og slær sigurin endaliga fastan. Dysturin endar 4-1 til AB, og harvið vunnu okkara dreingir ein væl uppibornan sigur.
U17-liðið hevur verið óheppið í síðstuni, har dreingirnir í tveimum førum hava verið á odda við tveimum málum fyri síðani at enda við at tapa við einum máli. Í gjár var tó ongin ivi um, hvar stigini skuldu liggja eftir.
 
Samanumtikið høvdu dreingirnir ein góðan og hugnaligan dag í Suðuroy. Vit ynskja teimum til lukku við sigrinum!