
2. deild menn: B68



Okkara næstbesta manslið spældu leygardagin 22. mai á Svangaskarði ímóti B68.
Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at skriva heim um. Liðini fóru til hálvleiks á jøvnum, 0-0.
Men helt áskoðarin á Svangaskarði í dag, at fyrri hálvleikur var keðiligur at hyggja eftir, so kann viðkomandi ikki hava hildið tað sama eftir seinna hálvleik, har tað var sonn málveitsla.
Eftir 71 minuttir var líkt til, at vit skuldu heimaftur ígjøgnum Eysturoyartunnilin við ongum, tí upp á 26 minuttir í seinna hálvleiki leggur B68 seg á odda 3-0.
So hildu tey flestu, at nú var liðugt, og at stigini fóru at verða verandi á Toftum.
Men soleiðis skuldi ikki verða.
Í Champions League-finaluni í Istanbul í 2005 hevði Liverpool seks gandakendar minuttir, har Liverpool vendi 0-3 til 3-3 ímóti AC Milan. Okkara næstbestu royndu á bestan hátt at gera Liverpool kynstrið eftir, hóast tað tók okkum eitt sindur longri, 13 minuttir, at venda 0-3 til 3-3.
Fyrst minkar Hanus Ólavsson um munin til 3-1 eftir 74 minuttir. Hendan støðan heldur sær til fimm minuttir eru eftir av vanligu leiktíðini, tá eldhugaði Liverpool-fjepparin, Martin Balle, setir sær fyri, at nú skuldu vit skapa okkara egna Istanbul. Fyrst minkar Martin um munin til 3-2 við máli úr stuttari fjarstøðu, og tveir minuttir seinni verður Martin spældur leysur og javnar til 3-3. Tá var frøðin sum vera man stór á okkara monnum.
Javnleikur, 3-3, gjørdist endaliga úrslitið. Tað einasta, sum manglaði fyri at fullkomiliga eftirlíkna undrinum úr Istanbul var, at vit fingu eina brotssparkskapping, har dagsins vikarur í málinum, Brandur Jákupsson, tryggjaði okkum sigurin, men brotssparkskappingar eru ikki ein partur av landskappingardystum.
Sera væl komið aftur av okkara monnum, sum við eina stiginum framvegis eru nummar 6 í 2. deild - nú við níggju stigum.
Vit loyva okkum at ynskja okkara monnum til lukku við eina stiginum og fegnast um góða hugburðin! 


